Føroyska U17 landsliðið fekk toyggið í EM-dystinum ímóti Fraklandi, sum vann 7-0. Frakland var á odda 4-0 longu tá 20 minuttir vóru spældir.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge og fótbóltsmennarin hjá FSF, Eli Hentze tóku samanum avrikið.
Eli Hentze staðfestir, at Føroyar møttu einum ótrúliga sterkum fronskum liði, sum fekk alt at eydnast, serliga ta fyrstu løtuna. Samstundis høvdu føroysku spælararnir ein minni góðan dag, og tá var vandi fyri einum stórum tapi.
Eli Hentze slær fast, at aftaná hvønn lúsing ræður tað um hjá einum føroyskum landsliði at reisa seg aftur.
Eli Hentze hevur møtt fleiri fólkum, sum undrast á, at Føroyar hava megnað at spælt seg til EM-endaspælið fyri U17 landslið, og tað er, ið hvussu er eitt stórt pluss á ferðini í Kroatia.