Dóttirin øtast og vamlast

Durita Brattaberg, dóttir Árna Brattaberg, sum hevur boðið upp á festið Fámará, ógvast við útspillingina av familju hennara

Tá ið portal.fo bar tíðindini um, at Árni Brattaberg hevði boðið upp á festið í Fámará, komu nakrar viðmerkingar. Hesar viðmerkingar vóru so ófantaligar, at tær vórðu tiknar av síðuni aftur.
Viðmerkingarnar høvdu samband við, at Árni Brattaberg hevði festið til fyri 12 árum síðan.
Durita, dóttir Árna Brattaberg sá viðmerkingarnar, áðrenn tær vórðu strikaðar, og í lesarabrævi í blaðnum í dag øtast hon um muruna í fólki, sum skriva slíkar viðmerkingar og harvið bera víðari slatur og sleyg.
- Tað er undarligt at verða áskoðari og síggja, at ongin tekur til mótmælis. Hvør orsøkin er, eri eg i iva um, men, tey sum velja at fyrihalda seg still, kunnu helst hugsa um tað eina løtu. Ímeðan, kann eg hugsað um ta mongd av fólki, sum hava sitið væl rundan um borðini hjá ommu og abba minum og foreldrunum i ¾ øld, skrivar Durita Brattaberg.
Hon skrivar, at virkisfýsni, áræði, tolni, úthaldni, styrki og ábyrgd skal til hjá teimum, sum leggja rygg til at bróta uppúr nýggjum. Tey hava ein dreym um at skapa nakað nýtt og sjáldan ella ongantíð eru tað lættir vinningar, sum dríva verkið. Slík fólk eru í øllum londum, og serliga í smáum, sum í Føroyum, er brúk fyri slóðbrótarum. Oftast kemst á mál hjá slóðbrótarunum, men sjálvsagt eru dømir um, at ikki kemst á mál.
- Tíverri, er mín fyribils niðurstøða, at Føroyar kann vera landið, har alt ov fá ynskja hvør øðrum at eydnast, men tað er mín sann eisini landið, sum ikki letur fólk miseydnast. Hvat kemur burturúr, har tað ikki ber til at eydnast og ikki ber til at miseydnast, kundi verið eitt annað evni at varpa ljós á.
Hon endar lesarabræv sítt við upplýsingini um, at hon ikki er millum teirra, sum reika á facebook.