Í dag er seinasti leikdagur í 2012 kappingarárinum í fótbólti. Seinnapartin verður tað greitt, um tað verður EB/Streymur ella ÍF, sum verður meistari, um tað verður B68 ella TB, sum saman við FC Suðuroy skal flyta niður í næstbestu deildina, um tað verður HB, Víkingur ella KÍ, sum fer at vinna bronsukrónurnar, og um tað verður HB ella KÍ, sum næsta summar skal luttaka í europeisku kappingunum saman við EB/Streymi, ÍF og Víkingi.
Hann er høgur í ættini. Í morgun hevur tað verið vátt og grátt norðanfyri, meðan tað sunnanfyri hevur verið gott heystarveður. Seinnapartin verður eitt lot av útnyrðingi, hitin verður millum 4 og 8 stig, og tað kann roknast við onkrum ælingum.
Í øllum dystunum verður fyrsta bríkslið klokkan 15.00:
KÍ-FC Suðuroy: Eiler Rasmussen
ÍF-HB: Rúni Gaardbo
EB/Streymur-NSÍ: Lars Múller
B36-Víkingur: Ransin N. Djurhuus
TB-B68: Petur Reinert
Støðan undan 27. umfari
EB/Streymur 55
ÍF 53
HB 44
Víkingur 44
KÍ 42
B36 37
NSÍ 31
TB 24
B68 21
FC Suðuroy 9