Í dag kunnu vit vænta okkum nakað verri summarveður enn tað, vit hava havt seinastu dagarnar. Tí í dag sigur hann andøvsgul upp í ein strúk av suðri. Tað verður skíggjað og seinni í dag fer at regna.
Hitin í dag verður um 12 stig. Í kvøld verður eisini skíggjað og regn, men í nátt snarar í ein útsynningi og tað klárnar, meðan hitin ferð niður á 8-10 stig.
Tíbetur sigur danska veðurstovan DMI, at í morgin verður longu góðveður aftur, tá ið hann sigur lítlan vind av vestri, 5 - 10 m/s, og út á dagin minkar niður á 2 - 7 m/s. Tað verður turt og sól, meðan hitin liggur á 10 stigum.