Dagbókardagurin

Tiltakið at fáa allar føroyingar at skriva dagbók er ein roynd at skriva fjølbroytta søgu. At savna keldur til okkara eftirkomarar at nýta um 100 ár, keldur sum vísa gerandislív og gerandistankar.

Íblásturin til tiltakið er úr hinum norðanlondum. Tá ið dagbókardagur varð hildin í Svøríki í 1991 komu meiri enn 10.000 dagbøkur inn, og í Danmark har tey skrivaðu 2. september í 1992 komu 50.000 dagbøkur inn, tað vil siga, at meiri enn ein av hundrað fólkum skrivaði.

Um vit í Føroyum skulu seta met, skulu vit hava einar 500 dagbøkur inn. Hetta halda vit vera møguligt, tí at øll í Føroyum og føroyingar uttanlands hava frætt um tiltakið. Faldari er farin í hvørt hús, og plakatir eru settar upp. Samarbeiðið við dagbløðini og útvarp Føroya hevur verið stak gott; umrøða og stórar lýsingar hava verið at sæð í bløðunum, og útvarpið hevur havt evnið á skránni í fleiri morgunsendingum.

Fornminnissavnið upplýsir, at higartil eru komnar yvir 400 dagbøkur inn, men freistin er ikki út fyrr enn 1. november, so um tú ikki hevur skrivað enn ella hevur ikki skrivað heilt liðugt, so er bert at taka penning, blýantin ella músina og vera við at seta metið. Um tú ert burturi í øðrum londum ella umborð á skipi og hevur posttrupulleikar ella teldutrupulleikar, so er bert at senda kortini, tí eisini dagbøkur, sum koma í seinna lagi sleppa upp í part.