Dagsins jólalag: Beinir

Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.

 

Flestu teirra vera føroyskir, kanska onkur útlendskur, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.

 

Í dag venda vit aftur til meiri barnsligu sangirnar. Stutt fyri jól í 2013 legði Sasho Bjartsson hetta videolagið út á Youtube-vangan hjá sær. 

 

Tað er Beinir Troest Rasmussen, sum syngur sangin Kennir tú hesa tíð. Hann hevur sjálvur skrivað bæði orð og lag til sangin. 

 

Hjalti Joensen spælir øll ljóðførini og framleiddi sangin, meðan Sasho Bjartsson og Gunn Reginsdóttir Joensen hava framleitt videolagið eftir einum hugskotið hjá Sasho Bjartsson. Rúni Winther Johnsen og Sasho Bjartsson hava sett saman.

 

Tvíburarnir Marta og Maria Olsson hava gjørt dansin saman við Gunn Reginsdóttir Joensen.

 

Jólasangkalendarin

14. desembur – Eg róu upp sá næla – Vágs manskór

13. desembur – Størsta gávan – Rúna á Heygum og Karl Martin Samuelsen

12. desembur – Hvør hevði væntað ein kong – Maria á Lakjuni

11. desembur – Kvirra um fjøll og fløtur – Jóhan Magnus Kristiansson Olsen

10. desembur – Eg eri jólamaðurin – Vestmenn 

9. desembur – Góði jólamaðurin og Mariu Sonur – Tey av Kamarinum

8. desembur – Mary did you know – Victoria á Lakjuni

7. desembur – Jól eru her og minna á – Símun J. Hansen

6. desembur – Tá milliónir tendra ljós – Sakaris

5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld – Alex

4. desembur – Happy Christmas (War is over) – Teitur

3. desembur – Friður á jørð – Margit og Linda.

2. desembur – Jólanætur – Danny & the Veetos

1. desembur – Koyr okkurt í mína hosu – Elis Poulsen