Sandavági:Dagstovnabørnini í Sandavági hava fingið nýggjan stovn at ganga í. Børnini eru byrjað í nýggja barnagarðinum og vøggustovuni, hóast ikki er endaliga liðugt enn.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at tey hava valt líkasum at »tjóvstarta« nú heldur enn at bíða til fyrsta juli, sum hevði verið alternativið.
?Við at lata børnini møta her nú, fáa eisini tey elstu børnini møguleika fyri at uppliva stovnin. Tað vil siga børnini, sum fara í skúla eftir summarfrítíðina.
Tann almenna móttøkan í smaband við, at dagstovnurin letur upp, verður leygardagin, sigur Rósa Samuelsen, Tá verður eisini kunngjørt, hvussu stovnurin fer at eita. Ein navnakapping hevur verið, og fleiri uppskot eru komin inn.
Men stovurnar í húsinum hava allar fingið navn. Tey heva starvsfólkini sett á, sigur hon.
Dagstovnnurin er bygdur rundan um eina stóra miðhøll við fýra hyrningum burturúr. Høllin verður nevnd Miðstova, og so verða hinar stovurnar, sum børnini dagliga fara at nýta, nevndar eftir býlingum í Sandavági. Tær eita Giljastovan, Steigastova, Sandastova og Bakkastova.
Tað eru í løtuni 64 børn, sum ganga í dagstovninum. 21 teirra eru í vøggustovualdri, og hini 43 eru barnagarðsbørn. Her er talan um flest øll børn undir skúlaaldur í Sandavági. Tað eru bert eini trý-fýra børn, sum ikki eru á stovninum.
Starvsfólkini á stovninum eru 16. Hervør Olsen úr Sandavági verður leiðari. Men í løtuni er varaleiðarin, Jana Skoradal, dagligur leiðari. Nýggi leiðarin kemur í starvið 1. juli.
Seinnapartin í gjár skuldi vera opið hús fyri øllum børnunm undir skúlaaldur, soleiðis at eisini tey fáu, sum ikki dagliga koma á stovnin, sleppa at síggja hann, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri.
Tað er arkitektavirkið West Tech í Sørvaági, sum hevur teknað nýggja dagstovnin í Sandavági. Johnfinn á Plógv, bygimeistari í Sandavági, hevur staðið fyri arbeiðinum. Samlaði kostnaðurin fyri dagstovnin fer at liggja um góðar seks milliónir krónur, sigur borgarstjórin íSandavági.
Myndir