Í dag er sunnudagur 1. Januar 2017.
Nýggjársdagur. Sum kirkjuligur heilidagur hevur hann eisini borið navnið Circumcisio Domini (umskering Harrans), ið sipar til, at áttanda dagin eftir føðingina var Jesus sum allir jødiskir dreingir umskorin (samanber Lukas 2;21). Sum frá leið varð nógv gjørt burturúr at halda henda dagin. Eisini var gáað um veðrið nýggjársdag. Var dagurin ikki ljósur, fór tað nýggja árið ikki at vera eydnuríkt. Nýggjársaftan sótu tey upp til midnátt, tí so fóru tey ikki at sova tíðina burtur í tí nýggja árinum, og tann, sum legði seg fyri midnátt og svav inn í nýggja árið, “datt niður ímillum árini”, søgdu tey. Sloknaði ljósið nýggjársnátt, fór feigd at vera í húsinum í tí komandi árinum. Tey fólk, sum dugdu á at skyna og sótu eftir í kirkjuni nýggjársdag, skuldu síggja tey, ið feig vóru í tí árinum.
Annars kann verða lagt afturat, at tá ið tann kristna kirkjuliga tíðarrokningin tók við, vóru teir ikki á einum málið um, nær nýggjársdagur skuldi vera, og ymiskir dagar komu fyri, t.d. mariumessa um várið 25. mars ella jóladagur 25. desember.
Einaferð í 4. øld var føðingardagur Krists ásettur at vera 25. desember, og gjørt var tá av, at nýggjársdagur skuldi vera áttandi dagur jóla, áðurnevndi circumcisiodagurin. Tað hóskaði eisini so væl til, at hetta var sami dagurin, tá ið konslarnir í Róm tóku við embætinum.
Hákun kongur Sverrason (føddur í Føroyum) doyr í Bergen 1204.
Kelda: Dagar og nøvn í álamanakkanum (Axel Tórgarð).
Hendingar:
1958: EEC (felagsmarknaðurin) byrjar
1959: Kubanski forsetin Fulgencio Batista rýmur úr Kuba eftir kollveltingina undir leiðslu av Fidel Castro.
1977: Føroyska fiskimarkið verður flutt út á 200 fjórðingar.
1993: Kekkia og Slovakia gerast sjálvstøðug lond.
2002: Bulgaria og Rumenia gerast ES limalond.
2007: Evran gerst gjaldoyra í 12 ES limalondum.
Føðingardagar:
- J. Edgar Hoover (1895-1972). Fyrsti ovasti fyri FBI. Sat frá 1924-72.
Andlát henda dagin:
1953: Hank Williams (1923-1959) ein av undangongumonnunum innan countrytónleik. Hann doyði einans 29 ára gamal av einum hjartatilburði.
2011: Flemming Jørgensen (1947-2011) Kendur sum sangari í danska bólkinum Bamses Venner.