Dagurin eitur Kalixtus

Hendan dagin fyri 101 varð ein morðroynd framd móti Theodore Roosevelt, forseta í USA. Ein tjúkkur frakki og skjøl í innaralummanum bjargaðu honum

14. oktober. Kalixtus, deyður umleið ár 222. Trælur, sum gjørdist diakonur hjá pávanum og fekk um hendur at standa fyri jarðarferðum teirra kristnu. Summar av katakombunum bera navn hansara. Veturnætur, vetrarhálvár byrjar. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Hendingar 14. oktober:

1884 George Eastamn fær patent upp á fotografiskan film

 

1912 Morðroynd framd móti Theodore Roosevelt, forseta í USA. Tað var ein mentalt sjúkur maður, Schranke, sum framdi illgerðina. Roosevelt verðurbjargaður av einum tjúkkum frakka og nøkrum skjølum, sum hann hevur í innaralummanum.

 

1962 Cubakreppan byrjar, tá eitt amerikanska U-2 flogfar tekur myndir av sovjetiskum kjarnorkuvápnum, sum verða sett upp á Cuba.

 

1964 Leonid Bresjnev verður nýggjur aðalskrivari í sovjetiska kommunistaflokkinum og harvið leiðari í Sovjetsamveldinum eftir Nikita Khrusjtjov.

 

1964 Martin Luther King fær sum tann yngsti higartil friðarheiðursløn Nobels.

 

1969 Oluf Palme verður forsætisráðharri í Svøríki. Hann situr fram til 8. oktober í 1976 og aftur frá 8. oktober í 1982 til deyðadagin, tá hann varð myrdur í Stockhólmi 28. februar í 1986

 

1994 Palestinski lleiðari Yasser Arafat og ísraelski forsætisráðharrin, Yitzhak Rabin og uttanríkisráðharrin, Shimon Peres, fáa friðarheiðursløn Nobels.

 

Nøkur, sum eru fødd hendan dagin:

 

1927 Roger Moore, enskur sjónleikari

 

1939 Ralph Lauren, amerikanskur mótasniðgevi

 

1940 Cliff Richard, enskur sangari

 

Nøkur, sum eru deypð hendan dagin:

1703 Thomas Kingo, danskur biskupur og yrkjari. Fddur 1634.

1959 Errol Flynn, amerikanskur sjónleikari, føddur í Australiga í 1909

1960 Sigurd Hoel, norskur rithøvundur, føddur í 1890

1977 Bing Crosby, amerikanskur sangari og sjónleikari, føddur í 1903

1990 Leonard Bernstein, amerikanskt tónaskald og dirigentur, føddur í 1918.