29. september. Mikkjalsmessa. Dagur hildin høvuðseinglinum Mikael til heiðurs. Ein av teimum mishalgidøgunum, sum nógv hevur verið hildið um í Føroyum, serstakliga av tí, at hann hevur verið so nær knýttur at seyðahaldi. Bíbilska navnið Mikael merkir hvør er sum Harrin, skrivar Axel Tórgarð í »Dagar og nøvn í álmanakkanum«.
Tað var hendan dagin í 1789, at amerikanska kongressin hittist fyri fyrstu ferð.
Av føðingardøgum í dag kann nevnast, at fyrrverandi italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, fyllir 76 ár í dag, eins og fyrrverandi pólski fakfelagsleiðarin og forsetin, Lech Walesa, fyllir 70 ár.