Dan: Vit skulu hava ein áleypara fyri Uros

Venjarin hjá B36 ásannar, at samstarvið við Uros Stojanov ikki riggaði

B36 tapti í gjár 1-0 móti KÍ í Gundadali. Undan dystinum bleiv kunngjørt, at Uros Stojanov hevði skift til Skála. Toppskjúttin í føroyskum fótbólti frá 2020 skifti á sumri 2021 til B36, men eftir 25 dystir og sjey mál er samstarvið endað.

 

- Vit hava roynt at fáa hetta at riggað í eitt ár, men tað hevur ikki eydnast. Hetta er best fyri báðar partar. Vit eru ónøgdir við at hava ein slíkan spælara sitandi á bonkinum, og hann er ónøgdur við at sita á bonkinum, sigur Dan Brimvík, venjari hjá B36.

 

Hann váttar í samrøðu við FM1 í gjár, at B36 leitar eftir einum avloysara til álopið. B36 leigar Hannes Agnarsson heim úr donskum fótbólti, men tað verður bara til eitt styttri tíðarskeið. Flytingarvindeygað er opið í løtuni.