Dánial og Annika í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2022

Allar tær tríggjar bøkur, sum eru tilnevndar, snúgva seg um álvarslig og trupul evni, ið verða søgd á lættan og hjartaligan hátt.

Tríggjar bøkur eru tilnevndar at vinna virðisløn Útnorðurráðsins fyri Barna- og ungdómsbókmentir 2022. Úr Føroyum er tað bókin, Abbi og eg og abbi, sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø myndprýtt! Bókadeildin gav bókina út á vári 2021.

 

Grønland tilnevnir bókina “Umasut Ataatsimeersuarnerat” eftir Kent Kielsen, og Ísland hevur tilnevnt bókina “Bannað að Eyðileggja” eftir Gunnar Helgason. Allar tær tríggjar bøkur, sum eru tilnevndar, snúgva seg um álvarslig og trupul evni, ið verða søgd á lættan og hjartaligan hátt.

 

 

 

Grundgivið verður soleiðis fyri tilnevningini av Abbi og eg og abbi:

 

”Í bókini um drongin og abban, ið fær demens, lýsir Dánial Hoydal á ein varðisligan og virðiligan hátt eitt eymt og viðkomandi evni í barnahædd. Bókin gevur innlit í og vísir á møguleikar fyri at tosa um sjúkuna demens, sum rakar nógvar familjur. Dánial Hoydal dugir at greiða frá álvarsligum evnum við fynd og stuttligum orðaleikum, soleiðis at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, ið tyngir. Annika Øyrabø dugir kynstrið at skapa eina søgu í myndum. Við skuggum og dýpd skapa klipp hennara eitt trívíddarrúm, ið gevur lesaranum kensluna av at vera við í søguni um drongin og abban. Frá sjónarhorninum hjá dronginum síggja vit, hvussu orðini og gerðirnar hjá abbanum broytast so hvørt, hann fer at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi málberingum lýsir Dánial Hoydal hesa gongdina og tað heilt serliga bandið teirra millum. Í eini annars vónleysari støðu kennist ein hiti og gleði.”

 

 

 

Um virðislønin Útnorðurráðsins

 

Útnorðurráðið letur á øðrum hvørjum ári eina bókmentavirðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir til tess at styrkja barna- og ungdómsmentanirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Ráðið setir eina dómsnevnd við limum frá øllum londunum, ið tilnevnir eina bók úr hvørjum landi. Vinnarin fær 60.000 danskar krónur í virðisløn.

 

##med2##