Danir sendu heimagjørda rakett upp

Heimagjørda rakettin, Nexø II, varð send avstað í morgun av donskum felagsskapi

Felagsskapurin Copenhagen Suborbitals hevur í morgun sent eina rakett upp í rúmdina. Tað er ein felagsskapur av eldhugafólki, ið hava stóran áhuga fyri rúmdini og rakettum. Rakettin er heimagjørd og hevur navnið Nexø II . Hon varð send avstað í morgun klokkan 09:30.

 

Sjálvlærdu rúmdaráhugafólkini droyma um at senda eitt menniskja í rúmdina eina ferð í framtíðini við einari størri rakett. 

 

Copenhagen Suborbitals gjørdu eisini eina roynd í 2016 at senda eina rakett upp. Men tað miseydnaðist, og rakettin kom bara 1500 metrar upp, tí einki brennievni var eftir.