Dánjal fær kjansin í HB

Betri deildin menn: 21-ára gamli Dánjal Reginsson verður aftur partur av Betri hópinum

Mynd: (hb.fo) Dalibor Savic, venjari, og Dánjal Reginsson

21-ára gamli Dánjal Reginsson verður aftur partur av Betri hópinum hjá HB, og hevur skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarárið.

 

- Dánjal er uppvaksin í HB, og fekk sín fyrsta dyst í Betri deildini í 2020, tá hann bleiv skiftur inn ímóti AB á Argjum. Sum liður í hansara menning, varð hann seinni sama ár útleigaður til AB, har hann beit seg fastan á liðið hjá argjamonnum. Ein skaði gjørdi, at hann misti meginpartin av kappingarárinum 2021, men í fjør var hann so aftur at síggja á vøllinum, og spældi tilsamans 29 dystir í 1. deild og á U21, skirivar HB.

 

Tá venjingin byrjaði aftur í januar, fekk hann aftur møguleikan at venja við Betri deildini, og har hevur tað gingið so mikið væl, at hann nú verður fastur partur av Betri-hópinum.

 

– Dánjal hevur vant við Betri hópinum í góðar fýra vikur, og longu nú kunnu vit staðfesta, at hann aftur er klárur til Betrideildar fótbólt. Mær dámar væl hansara hugburð. Hann er ein góður bóltspælari, sum arbeiðir hart. Hann er ikki bangin í nærdystum, og gevur seg 100% fyri liðið. So hann hevur absolutt uppiborið hendan møguleikan, sigur Dalibor Savic, høvuðsvenjari hjá HB við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Í løtuni hevur HB bara ein upplagdan høgra vongbakk í Hanusi Sørensen. Heri Hjalt Mohr hevur royndarvant við Næstved í Danmark, men breyt eitt bein í fótinum. Hann skal nú undir skurð og hevur ikki sáttmála við HB fyri komandi kappingarár.

 

HB hevur higartil í venjingardystunum spælt 3-5-2, sum gevur pláss fyri vongbakkum heldur enn bakkum. Tað er eitt krevjandi pláss við nógvari renning og tað er helst neyðugt at hava minst tveir spælarar, ið kunnu røkja plássið.

 

Mynd: (hb.fo) Dalibor Savic, venjari, og Dánjal Reginsson