Dánjal: Fantastisk kensla at vera meistari við ÍBV

Fyri Dánjal Ragnarsson er tað ein ótrúlig kensla at vera íslendskur meistari í hondbólti

Mynd: Vísir

- Kenslan er heilt fantastisk, eg havi næstan ongin orð. Vit hava arbeitt hart í alt ár fyri hesum og endiliga fingu vit gullið til høldar. Kundu kanska haft klárað tað í dysti 3 og 4, men tað er likamikið nú, sigur Dánjal Ragnarsson í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Dánjal, Janus Dam Djurhuus og hinir í ÍBV gjørdust islendskir meistarar aftaná 25-23 (11-10) sigur á Haukum á heimavølli úti á Heimey í kvøld. Talan var um fimtu finaluna. ÍBV vann sostatt ein samlaðan 3-2 finalusigur.

 

 

 

Mynd: Vísir