Dánjal heldur fram í EB/Streymi

Betri deildin menn: Dánjal Godtfred hevur longt sáttmálan við EB/Streym

Mynd: (Álvur Haraldsen) Dánjal Godtfred (t.h) í tvídysti við Pætur Petersen

Dánjal Godtfred hevur longt sáttmálan við EB/Streym. Hann kom til felagið í fjør og spældi 26 dystir fyri besta mansliðið. Gitt hevur verið, at TB eisini hevur verið eftir suðuroyinginum, men nú hevur miðvallarin, sum eisini kann røkja onnur pláss, longt sáttmálan.

 

- EB/Streymur og Dánjal Godtfred hava gjørt sáttmála, so stríðsmaðurin á miðjuni eisini er í blá-svarta búnanum í 2023. 26 ára gamli suðuroyingurin spældi í fjør 26 dystir fyri EB/Streym og var sera eyðsýndur á miðvøllinum, skrivar EB/Streymur.

 

Tað hevur annars verið ein ávís frágongd í EB/Streymi. Kristian Joensen er farin til barndómsfelagið NSÍ, Jóhann H. Joensen hevur skift til kappingarneytarnar úr 07 Vestur, Jay Andersen hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram í felagnum og Mattias W. Joensen er farin aftur til B36, har hann var leigaður frá í seinnu hálvu í fjør.

 

Eftir fýra ár sum venjari hjá EB/Streymi, hevur Jákup Martin Joensen valt ikki at halda fram. Hann er nú hjálparvenjari hjá HB. Nýggjur maður við róðrið er eitt kent navn í føroyskum fótbólti – nevniliga Sigfríður S. Clementsen.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Dánjal Godtfred (t.h) í tvídysti við Pætur Petersen