Dánjal og Janus møta ísraelskum liði - Ingibjørg møtir grikskum liði

Føroyingarnir hjá ÍBV hava spennandi uppgávur fyri framman

Dánjal Ragnarsson sleppur at royna seg í Evropa komandi kappingarár

Dánjal Ragnarsson sleppur at royna seg í Evropa komandi kappingarár

Eisini liðið hjá Dánjali Ragnarssyni og Janusi Dam Djurhuus, ÍBV fer at royna seg í Europa Cup í hondbólti komandi heyst. Tað sama er galdandi fyri Ingibjørg Olsen og hennara liðfelagar í ÍBV.

 

Mansliðið hjá ÍBV hevur trekt ísraelska liðið HC Holon í fyrsta undanumfarinum. ÍBV hevur heimadyst 10. september og útidyst 17. september. Tó kunnu liðini semjast um at spæla báðar dystirnar antin á Heimey ella niðri í Ísrael sama vikuskiftið.

 

Kvinnuliðið hjá ÍBV, ið vann seg í fjórðingsfinalurnar í Europa Cup í fjør skal møta grikska liðnum, O.F.N Ioni­as. Fyrri dysturin skal leikast í Grikkalandi 8. oktober. Seinni dysturin skal leikast í Heimey 15. oktober. Men eisini her hava liðini møguleikan at semjast um at spæla báðar dystirnar á sama leikvølli, sama vikuskiftið. 

 

 

 

 

 

Dánjal Ragnarsson sleppur at royna seg í Evropa komandi kappingarár

Dánjal Ragnarsson sleppur at royna seg í Evropa komandi kappingarár