Danmark 1284 nýggjar smittutilburðir

Tilsamans 2547 fólk í Danmark eru higartil deyð, meðan tey hava verið smittað við covid-19.

 

 

 

 

Seinasta samdøgnið fingu 1284 fólk í Danmark boð um, at tey eru staðfest positiv fyri covid-19.

 

Tað vísir uppgerð hjá Statens Serum Institut.

 

Samstundis er talið av positivum seinasta samdøgur hitt størsta síðan hin 21. mai, tá staðfestir vórðu 1351 tilburðir í eitt samdøgur.

 

Talið av koronu-royndum seinasta samdøgur var minni enn helmingin av royndunum, sum gjørdar vórðu í eitt samdøgur í endanum mai.

 

Tá talið av tilburðum verður samanborið við talið av koronuroyndum, sæst, at prosentvísa talið av positivum seinasta samdøgur ikki hevur verið so stórt síðan hin 13. januar í ár.

 

Kring um á donskum sjúkrahúsum liggja í løtuni 64 sjúklingar við covid-19. Tað er tríggir fleiri enn týsdagin. Av teimum 64 sjúklingunum, liggja 10 á intensivari deild, og fimm liggja í respiratori.

 

Seinasta samdøgur doyði eitt fólk av - ella við - koronu. Tað merkir, at tilsamans 2547 fólk í Danmark higartil eru deyð, meðan tey hava verið smittað við covid-19.