Danmark er greiður favorittur móti føroyska U20 landsliðnum

12 altjóða veddingarfyritøkur vænta danskan sigur á Føroyum í EM-debutini í morgin

Á døgurðatíð í morgin er enn ein stórhending í føroyskari hondbóltssøgu. Tá spælir føroyska U20 manslandsliðið fyrsta dystin í bólkaspælinum í EM-endaspælinum, ið er í Porto í Portugal.

 

Mótstøðuliðið er hondbóltsrisin, Danmark.

 

Hóast Føroyar standa við sínum mest talentfulla hópi higartil, so eru 12 altjóða veddingarfyritøkur rættiliga vísar í, at Danmark fer at sigra í morgin.

 

Oddsini uppá sigur til Danmark liggja millum 1,20 og 1,25,

 

Oddsini uppá sigur til Føroyar liggja millum 4,70 og 5,50.

 

Dysturin sæst á kvf.fo. 

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##