Danmark lægsta smittutal síðan í juni

Av teimum 125, sum liggja á sjúkrahúsi í Danmark við koronu, liggja 30 á intensivari deild, harav 19 liggja í respiratori.

 

 

Statens Seruminstitut veit í dag at siga, at 263 nýggir koronu-tilburðir vórðu staðfestir í Danmark seinasta samdøgur.

 

Hetta er lægsta smittutal síðan hin 29. juni í ár, tá 243 fólk vórðu staðfest smittað í eitt samdøgur. 

 

Tey smittaðu seinasta samdøgur eru funnin í tilsamans 26.853 koronu-royndum, har fólk vera potað í hálsinum.

 

Talið av fólki, sum í løtuni liggja á sjúkrahúsi við koronu í Danmark, er óbroytt siðan sunnudagin, og talið er 125.

 

Av hesum liggja 30 á intensivari deild, harav 19 liggja í respiratori.

 

Trý fólk doyðu við koronu á donskum sjúkrahúsum seinasta samdøgur, og tilsamans eru nú 2614 fólk í Danmark deyð við koronu.

 

73,4 prosent av fólkatalinum í Danmark hava nú fingið tvær koppsetingar, og hetta svarar til stívliga 4,3 miljónir fólk.