Danmark selur 500.000 skamtir til New Zealands

Danmark hevur meira enn nóg mikið av koronukoppingarevni at nøkta danska tørvin. Tí ber til at selja til New Zealands

 

 

Danska stjórnin hevur gjørt eina avtalu við New Zealand um sølu av 500.000 skamtum av mRNA koppingarevni av slagnum Pfizer/BioNTech. (Arkivfoto) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Danska stjórnin hevur gjørt eina avtalu við New Zealand um sølu av 500.000 skamtum av koronukoppingarevninum Pfizer/BioNTech.

Tað upplýsir danska heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Skamtirnir eru í yvirskoti, tí Danmark hevur meira enn nóg mikið av koppingarevni at nøkta danska tørvinum við at koppseta ímóti koronuvirusi.

Tí hevur stjórnin gjørt av at selja teir 500.000 skamtirnar til New Zealands, ið sambært stjórnini hevur vent sær til Danmark við umbøn um at keypa burtur av danska yvirskotinum.

– Vit hava frá byrjan lagt okkum eftir at keypa nógvar skamtir til danska fólkið, sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri.

– Í dag hava vit so eitt yvirskot at mRNA-koppingarevni, sum okkum ikki tørvar – eisini sjálvt um vit skulu geva fólkið eitt triðja prik.

– Skamtirnir, sum vit hava ov mikið, skulu sjálvandi út og hjálpa til stríðið ímóti alheims farsóttini, sigur hann í tíðindaskrivinum.

Tað er ikki bert Danmark, sum hevur selt koppingarevni í yvirskoti til New Zealands. Landið hevur eisini keypt koppingarevni frá Spania.

Teir 500.000 skamtirnir, sum New Zealand hevur keypt úr Danmark, verða sendir úr Danmark mánadagin og mikudagin í næstu viku.

Umframt sølu hevur Danmark eisini latið koppingarevni til fleiri lond.

– Stjórnin metir loypandi um møguleikarnar fyri at lata meira koppingarevni, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Næstan tríggir fjórðingar av danska fólkinum er liðugt koppsett ímóti koronu. Heilt nevnt snýr tað seg um 73,2 prosent av fólkinum.

Koppingarevnið frá Pfizer/BioNTech hevur verið mest nýtta í Danmark – sum eisini letur koppingarevni til Føroyar og Grønland í mongdum í mun til fólkatalið, umleið eitt prosent.

 

/ritzau/

 

 

 

Danska stjórnin hevur gjørt eina avtalu við New Zealand um sølu av 500.000 skamtum av mRNA koppingarevni av slagnum Pfizer/BioNTech. (Arkivfoto) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix