Danmark setir nýtt met í tilburðum

Síðan í gjár hava heili 5120 fólk í Danmark fingið staðfest koronu. Hetta er størsta tal, síðan farsóttin tók seg upp.

 

Talið av nýggjum koronutilburðum í Danmark setir met, og síðan í gjár eru heili 5120 nýggir tilburðir staðfestir í landinum.

 

Tað vísa tøl hjá Statens Serum Institut. 

 

Kasper Karmark Iversen, sum er professari og yvirlækni á Keypmannahavnar Universiteti og á Herlev-Gentofte sjúkrahúsi, sigur, at nýggjastu tølini gera hann ovfarnan.

 

- Tølini hava jú ligið rættiliga støðug yvir eina longri tíð, og tí eri eg ovfarin av, at vit knappliga síggja ein so stóran vøkstur í talinum av smittaðum.

 

Hann heldur kortini, at tølini saktans kunnu verða niðri á einum rímiligum støði aftur í morgin.

 

Metið undan hesum var annars hin 18. desember í fjør, tá staðfestir vórðu tilsamans 4.508 nýggir koronutilburðir í eitt samdøgur.

 

Í Danmark ugga tey seg við, at hóast smittutalið seinasta samdøgur var rættiliga høgt, er prosentvísa talið av smittaðum kortini ikki so nógv størri enn undanfarnu dagar.

 

- Talið av positivum í mun til talið av kannaðum hetta seinasta samdøgrið var 2,58 prosent, og tað er ikki so nógv størri, enn tølini undanfarnu dagar, veit Ritzau at siga í dag.

 

Í løtuni liggja 439 fólk á donskum sjúkrahúsum við koronu. Hetta er ein vøkstur á seks sjúklingar seinasta samdøgrið. 

 

Av 439 innløgdum, liggja 61 fólk á intensivari deild, harav 35 sjúklingar liggja í respiratori.

 

##med2##

 

 

 

Kasper Karmark Iversen, professari og yvirlækni, er ovfarin av stóru smittutølunum.