Danmark spældi javnt ímóti Kroatia

Spenningur var í dystinum millum Danmark og Kroatia í HM hjá monnum, sum júst er liðugur. Dysturin endaði 32-32.

Javnleikurin hevur størri týdning fyri Danmark enn fyri Kroatia, tí at Danmark hevur fleiri stig við sær í millumspælið.

 

Toppskorari var Simon Pytlick við 9 málum, Mikkel Hasen við 8 málum, Mathias Gidsel og okkara Jóhan á Plógv Hansen vóru næstir við hvør sínum 4 málum.

 

Danmark hevur fimm stig undan teimum báðum síðstu dystunum, sum eru eftir í millumspælinum. Teir eru ímóti USA og Egyptalandi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##