Danmark: Umhugsa krav um koronupass á almennum arbeiðsplásum

Á tíðindafundi í Danmark hevur heilsumálaráðharrin greitt frá støðuni viðvíkjandi koronuhandfaringini

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri í Danmark, hevur sman við fleiri heilsumyndugleikum hildið tíðindafund í dag.

 

Har gjørdi hann støðuna upp viðvíkjandi nógvu smittuni í Danmark, og teimum tiltøkum, sum stjórnin arbeiðir við. Hesi tiltøk vórðu umrødd:

 

* Koronjupass á fleiri støðu:

 

Magnus Heunicke heitir á farsóttarnevndina um at hon skal kanna, um koronupassið skal setast í gildi fleiri staðini, enn higartil ásett.

 

Tað er krav til kirkjuligar tænastur, fleiri staðni í mentanarlívinum á innandura veitingarstøðum og í náttarlívinum.

 

Samstundis fer hann at biða nevndina umhugs, um eitt negativt kanningarúrslit – bæði PCR- og kvikktest – skal galda sum gyldugt koronupass í styttri tíð.

 

Ikki varð sagt, hvussu nógv styttri tíð hann hugsaði um. Ein negativ PCR test í Danmark er galandi sum koronupass í 96 tímar (í Føroyum í 72 tímar) og ein negativ kviktest í Danmark er galdandi sum koronupass í 72 tímar.

 

Fólkatingið skal viðgera eina lóg um koronupass á arbeiðsplássum. Verður tað samtykt, fer stjórnin at krevja koronupass á almennum arbeiðsplássum.

 

Magnus Heunicke vísir ikki aftur, at krav um masku verður sett í gildi, men í løtuni er tað ikki nakað, sum stjórnin arbeiðir við.

 

– Vit gera tað, sum myndugleikar okkara mæla til, sigur ráðharrin.

 

Sambært landslæknanum, so arbeiðir føroyska farsóttarnevndin ikki við nýggjum tilmælum í løtuni.

 

– Men latið okkum nú síggja, hvussu gongdin verður, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Fundur verður í farsóttarnevndini í næstu viku.

 

Hugsandi er tó, at landsstýrið fer at gera sum danska stjórnin – trupulleikin er kanska, at tey í landsstýrinum ikki eru líka samd um málið innanhýsis, sum tey eru í donsku stjórnini.

 

Smittutrýstið í Føroyum er munandi størri í Danmark, har rættilig órgv er á, nú smittølini í gjár komu upp á 4000. Tað svarar til umleið 40 í Føroyum.