VIDEO: Danmark vann greitt - Noreg og Svøríki taptu

(Video) Tað gjørdist eitt misjavnt skandinaviskt kvøld í EM-endaspælinum í Ungarn og Slovakia

Donsku heimsmeistararnir halda stásið við líka í EM-endaspælinum í Ungarn og Slovakia. Danskarar høvdu sítt hoyggj við Slovenia í fyrra hálvleiki, og vóru bara á odda 16-14 í steðginum, men í seinna hálvleiki fekk danska liðið skil á verjupartin og álopsspælið og vann at enda sannførandi 34-23. Verri gekk hjá Noregi og Svøríki, ið bæði vóru fyri tapum í kvøld.

 

Dagsins úrslit frá EM-endaspælinum: 

 

Bólkur A:

 

Slovenia – Danmark 23-34 (14-16)

 

Slovenia : Borut Mackovsek 6, Gasper Mrguc 4, 

 

Danmark : Mikkel Hansen 8, Mathias Gidsel 7, Magnus S. Jensen 4, Magnus Landin 3, Emil Jakobsen 3, Rasmus Lauge 3, Simon Hald 2, Mads Mensah Larsen 2, Niclas Kirkeløkke 1, Lasse Svan 1. 

 

Norðurmakedonia-Montenegro 24-28 (16-17)

 

Danmark hevur fýra stig. Montenegro og Slovenia hava tvey stig hvør, meðan Norðurmakedonia einki stig hevur. 

 

Bólkur C: 

 

Frakland-Ukraina 36-23 (17-11)

 

Kroatia-Serbia 23-20 (11-9)

 

Frakland hevur fýra stig. Kroatia og Serbia hava tvey stig hvør, meðan Ukraina einki stig hevur. 

 

Bólkur E: 

 

Spania–Svøríki 32–28 (17–14)

Svøríki: Hampus Wanne 8, Jim Gottfridsson 6, Jonathan Carlsbogård 3, Fredric Pettersson 3, Felix Claar 3, Albin Lagergren 3, Niclas Ekberg 1, Lukas Sandell 1.

 

Kekkia-Bosnia 27-19 (12-9)

 

Spania hevur fýra stig. Svøríki og Kekkia hava tvey stig hvør, meðan Bosnia einki stig hevur.

 

Bólkur F: 

 

Noreg – Russland 22-23 (12-14)

 

Noreg : Sebastian Barthold 7, Sander Sagosen 4, Kristian Bjørnsen 3, Magnus Gullerud 2, Simen Pettersen 1, Harald Reinkind 1, Thomas Solstad 1, Alexandre Blonz 1, Petter Overby 1, Erik Thorsteinsen 1.

 

Russland : Dmitry Zhitnikov 7, Alexander Kotov 4

 

Slovakia-Litava 31-26 (15-8)

 

Russland hevur fýra stig, Noreg og Slovakia hava tvey stig hvør, meðan Litava einki stig hevur. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum millum Slovenia og Danmark: 

 

##med2##