Fólkatingsval
Tá val var í Eysturríki í fjør, og Frælsisflokkurin hjá Jørg Haider stóð til at vinna tryggan sigur, stóðu danskir politikarar á rað og fordømdu høgrapolitikkin hjá Haider. Við Danmark á odda frystu ES-londini Eysturríki úti frá allari politiskari ávirkan í fleiri mánaðir. ES-londini søgdu seg ikki kunna góðtaka gongdina í Eysturríki og fíggindasinnaða politikkin mótvegis innflytarum og flóttafóli.
Í dag er vent í holuni. Øll eygu eru nú vend móti Danmark og valstríðnum, sum fleiri og fleiri samanbera við valstríðið hjá júst Jørg Haider. Innflytarar og flóttafólk hava verið ovast á breddanum gjøgnum alt valstríðið, og grannalondini hjá Danmark siga seg merkja óhugnan breiða seg.
Hvassorðaði innflytarapolitikkurin hjá Piu Kjærsgaard og Danska Fólkaflokkinum hevur fingið fótafesti í øðrum donskum flokkum, sum í valstríðnum hava kappast um at boða frá lógarbroytingum, sum skulu avmarka talið á innflytarum.
Sjálvmál aftaná sjálvmál
Socialdemokratarnir løgdu sjálvir út við at boða frá broytingum á økinum. Talið á innflytarum, sum finna sær konu ella mann í upprunalandinum, skal niður, var boðskapurin frá stjórnarflokkinum. Hvussu hetta skuldi gerast, hevði flokkurin kortini einki boð um, og tí miseydnaðist ætlanin. - Sjálvmál, søgdu eygleiðarar og andstøða.
Vinstra gjørdi næsta sjálvmálið, tá flokkurin boðaði frá broytingum, sum høvdu havt við sær, at mismunur varð gjørdur á innflytarum úr ávísum londum. - Enn eitt sjálvmál, søgdu eygleiðarar og aðrir flokkar, sum vísa á, at Danmark longu frammanundan hevur tann strangasta innflytara- og flóttafólkapolitikkin í Evropa.
Meðan hóvligu flokkarnir á miðjuni fleiri ferðir hava havt ávaringarlúrarnar frammi, hava felagsskapir hjá innflytarum roynt at vent kjakinum, sum í høvuðsheitum hevur snúð seg um negativu avleiðingarnar av flóttafólki og innflytarum í Danmark. - Flokkarnir lata sín egna miseydnaða politikk ganga út yvir ein lítlan bólk í samfelagnum, sum ikki fær vart seg og síni sjónarmið, siga innflytarafelagsskapir.
Hæddarpunktið - lágmarkið
Í hesari vikuni náddi vit so hæddarpunktið ella lágmarkið, siga summi, í innflytaravalstríðnum. Í stórari lýsing í vikubløðunum, boðar Vinstra við Anders Fogh Rasmussen frá, at tíðin er komin til broyting. Aftanfyri sæst ein mynd av ungum innflytarum, sum fjala andlitini uttanfyri rættarhølini, eftir at teir stutt frammanundan eru dømdir fyri neyðtøku.
Lýsingin hevur av álvara fingið sinnini í kók. Allir flokkar í Danmark taka frástøðu frá lýsingini. Hon er óetisk, pilkar enn einaferð út ein ávísan bólk í samfelagnum, og sendir óbeinleiðis út ein boðskap um, at allir ungir innflytarar eru neyðtøkubrotsmenn.
Oddagreinirnar í bløðunum geva Vinstra hvøss orð við á vegnum, og sjálvt innanhýsis í Vinstra hevur lýsningin elvt til øði. Myndamaðurin, sum tók myndina uttanfyri rættarhølini í fjør, kennir seg eisini misnýttan av Vinstra, sum hevur brúkt myndina uttan loyvi. Bert ein floksformaður hevur rósandi orð at bera lýsingini. Tað er Pia Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum, sum heldur lýsingina vera framúrskarandi.
Útlandið fylgir við
Nógv útlendsk tíðindafólk fylgja við í valstríðnum í Danmark, og tey eru ovfarin av tónalagnum mótvegis innflytarum og flóttafólki. Slíkt hevði ikki komið fyri í teirra heimlondum, siga blaðfólk úr Norra, Svøríki, USA og aðrastaðni frá. Brøðrarflokkarnir hjá Vinstra í Norra og Svøríki halda eisini lýsingina vera niðanfyri lágmarkið, og Socialdemokratarnir í Svøríki fara so langt sum at kalla lýsingarherferðina nýnazistiska.
Altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International og ST-flóttafólkastovnurin UNHCR hava eisini peikifingurin á lofti. Valstríðið er farið av sporinum, halda felagsskapirnir. Nógv bera ótta fyri tí annars góða umdøminum hjá Danmark uttanlands.
Umdømið hevur uttan iva fingið skaða í hesum valstríðnum, sama hvør vinnur valið. Og sama, hvussu tað gongur Piu Kjærsgaard í valinum, so hevur hon vunnið ein stóran sigur. Hon hevur megnað at flutt donsku flokkarnar langt til høgru, tá tað snýr seg um innflytarar og flóttafólk. Landið, sum setti Jørg Haider og Eysturríki í skammikrók, er nú í vanda fyri sjálvt at verða sett í skammikrók.