Danmark verður uttan spælarar úr Seriu A

Christian Eriksen, Simon Kjær og Andreas Cornelius verða helst ikki við móti Føroyum

Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal 27. mars spæla venjingarlandsdyst móti Danmark í Herning. Tað er longu greitt, at dysturin verður uttan áskoðarar, tí danska heilsumálaráðið mælir til at avlýsa øll tiltøk, sum savna fleiri enn túsund fólk.

Tað liggur framvegis í kortunum, at dysturin verður spældur, men eitt nú Tipsblaðið metir, at tað er ein møguleiki fyri at hann verður avlýstur. Enska Fótbóltssambandið umhugsar eisini at avlýsa venjingarlandsdystin millum Ongland og Danmark, sum verður fáar dagar seinni.

Um landsdysturin í Herning verður sum ætlað móti Føroyum, so bendir nógv á, at Danmark verður uttan Christian Eriksen, Simon Kjær og Andreas Cornelius. Teir spæla allir í itlasku Seriu A. Italia er hart rakt av coronavirusinum og seinasta meldingin er, at allir dystir eru útsettir fram til 3. apríl.

Føroyska A-landsliðið er ikki úttikið enn. Hetta verður fyrsti dysturin við nýggja venjaranum, Håkan Ericson.