Dansibandsfestivalurin LIVE leygarkvøldið við Hans Jacob & Vinmenn

Var alt sum vanligt, so vóru vit longu væl ígongd við Dansibandsfestivalin 2020 við fjøltáttaðar og spennandi skrá, men hesum hevur corona-støðan forðað fyri, siga fyrireikararnir av festivalinum.

Skoytast kann uppí, at Dansibandsfestivalurin er fyribils útsettur. Verða tilmælini fyri summarið broytt í mai mánað, so verður støða tikin til um Dansibandsfestivalurin verður í summar og lýst verður sjálvsagt nærri, tá tann avgerðin er tikin.

- Men hóast ongin Dansibandsfestivalur er hetta vikuskiftið, so skulu tit nógvu, sum høvdu ætlanir um at leggja leiðina til Vágs hesa vikuna, ikki verða heilt við sviðusoð.Tí leygarkvøldið kl. 21 fara Hans Jacob & Vinmenn at spæla góðan dansitónleika í VB-húsinum sum verður stroymdur á facebook síðuni hjá Dansibandsfestivalinum.

Vit gleða okkum at geva tykkum eitt sindur av Dansibandsfestival-kensluni, nú tað ikki ber til at geva tykkum framúr góðu upplivingarnar á Dansibandsfestivali í Vági, siga fyrireikararniri.

Stroymt verður á Facebook síðuni Dansibandsfestivalurin í Vági og byrjað verður kl. 21.