Danska heilsumálaráðið drálar við svari um fosturtøku til føroyskar kvinnur

Vit hava bíðað eftir svari nú í knappar tríggjar mánaðir

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Sosialurin hevur síðan 30. juni roynt at fingið svar frá danska heilsumálaráðharranum, um stjórnin er sinnað at strika hetta kravið um CPR-nummar og bústað, so føroyskar kvinnur kunnu fáa abort í danska heilsuverkinum uttan kostnað. Hetta uppskotið kom felagsskapurin Frítt Val við, og hetta er eisini eitt borgarauppskot, sum danir kunnu skriva undir uppá.

 

Men vit hava enn ikki fingið nakað svar, hóast vit nú skjótt skriva oktober.

 

Vit spurdu eisini, hvat heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke heldur um, at føroyingar ikki hava fría abort, og at tað yvirhøvur er so ringt hjá føroyskum kvinnum at fáa sær fosturtøku. Vit spurdu eisini, um man kann rokna við, at danska stjórnin vil arbeiða fyri at gera tað lættari fyri føroyskar kvinnur at fáa fosturtøku í Danmark.

 

Men vit skuldu ikki rokna við at fáa svar, fyrr enn eftir summarferiuna, fingu vit upplýst, tá vit ryktu eftir svari hin 20. juli.

 

Hin 3. august fingu vit so upplýst, at Folketingets Sundhedsudvalg hevur sett nøkunlunda somu spurningar til heilsumálaráðharran, og tí verða spurningarnir viðgjørdir saman – hetta svarið skal gjarna koma í september, segði miðlaumboðið hjá Heilsumálaráðnum tá.

 

LES EISINI: Sólvit skal ganga á odda fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum

 

LES EISINI: Borgarauppskot: Skal vera lættari hjá føroyingum at fáa abort í Danmark

 

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)