Danska stjórnin: Vil nokta dating við lívstíðarfangum

Fólk, sum eru dømd lívstíð, skulu sita undir harðari viðurskiftum, um tað verður, sum stjórnin vil.

Nick Hækkerup, løgmálaráðið, vil gera tað keðiligari hjá fangum, sum eru dømdir lívstíð í fongsul. (Arkivfoto.) - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Danska stjórnin vil herða viðurskiftini hjá fólki, sum hava fingið lívstíðardómar.

Tað upplýsti løgmálaráðið í gjár.

Uppskotini snúgva seg millum annað um at avmarka møguleikan fyri at sita í opnum fongslum.

Harumframt vil stjórnin millum annað avmarka møguleikan fyri útgongu og samband við persónar, sum lívstíðardømir persónar ikki kendu, áðrenn teir vórðu fongslaðir. Tilsamans er talan um seks slík tiltøk.

– Fólk, sum eru dømd lívstíð í fongsul ella forvaring, sum eru dømd eina revsing, sum hevur møguleika fyri lívstíð, skulu ikki sleppa at brúka fongsul okkara sum datingmiðstøð ella miðlapall fyri at reypa av brotsgerðum teirra, sigur Nick Hækkerup, løgmálaráðharri í tíðindaskrivi.

Stjórnin leggur soleiðis upp til, at fólk, sum eru dømd lívstíð, frameftir skulu sita í minst tíggju ár í lukkaðum fongsli. Í sama tíðarskeiði skulu tey ikki sleppa út, uttan í serligum førum sum eitt nú til jarðarferð.

Um tey vilja siga okkurt alment um ta brotsgerð, tey eru dømd fyri, skal tað sambært uppskotinum krevja loyvi.

Avmarkingin, hvønn tey mugu fáa á vitjan, skal forða fyri teimum ógvuliga almennu parløgum, sum seinastu árini eru gjørd við lívstíðarfangum.

BT hevur spurt ein serfrøðing í mannarættinum við Københavns Universitet, Jens Elo Rytter, um eina meting av herðingunum. Hann vísir á fleiri trupulleikar:

– Forboðið ímóti at skapa nýggjar relatiónir fer at gera seg inn á privatlívið hjá fangunum, og forboðið ímóti at úttala seg alment um brotsgerðina, sum eg skilji tað á ein hvønn hátt, herundir á sosialum miðlum, kann seta spurning um sensur, sigur hann við blaðið.

Nick Hækkerup fer at senda uppskotini til herðinga til flokkarnar í Fólkatinginum í dag.

Hann væntar, at uppskotini fáa stuðul eitt nú frá Vinstra, Konservativu, Danska Fólkaflokkinum og Nýggju Borgarligu.

Løgmálaráðharrin væntar, at uppskotini kunnu koma í gildi 1. januar 2022, um tey verða samtykt.

/ritzau/

 

 

Nick Hækkerup, løgmálaráðið, vil gera tað keðiligari hjá fangum, sum eru dømdir lívstíð í fongsul. (Arkivfoto.) - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix