Hálv onnur millión er tað, sum Danske Spil misti orsaka av sigrinum hjá Donald Trump í nátt.
At næsti amerikanski forsetin skuldi eita President Donald Trump vóru tað helst fá, sum sóu fyri sær fyrr í valstríðnum.
Eisini í byrjanini av uppteljingini í nátt var ósannlíkt, at Trump skuldi sigra á Clinton.
Og tað merkti eisini oddsini hjá veddingarfyritøkuni Danske Spil. Tá ið avtornaði vísti tað seg, at Trump megnaði tað óvæntaða - at gerast forseti í USA.
Fyrstu ferð Danske Spil setti Donald Trump á listan sum eitt forsetavalevni var 15. juni 2015, og tá hevði hann odds 100.