Danski HM-hópurin longu raktur av korona

Simon Pytlick er farin í sóttarhald

Danska manslandsliðið í hondbólti er í hesum døgum í holt við fyrireikingarnar til HM-endaspælið, ið verður í Svøríki og í Pólandi millum 11. og 29. januar.

 

Fyrireikingarnar eru longu órógvaðar av korona-ávum.

 

Simon Pytlick var testaður positivt fyri korona, og hann er sendur í sóttarhald í einum hotelkamari.

 

Hann fær sostatt ikki verið við til venjingardystirnar móti Saudiarabia komandi hóskvøld og leygarkvøld.

 

Korona-leiðreglurnar eru sera strangar til komandi HM-endaspælið, og tí tekur danski hópurin eingi óráð fyri.

 

Simon Pytlick sigur við heimasíðuna hjá danska hondbóltssambandinum, at hann iðrar seg um hetta órógvið. Tað jaliga er tó, at sóttarhaldið fer fram væl áðrenn HM-endaspælið byrjar.