Danmark varð á útivølli í Budapest í Ungarn. Dysturin á Ferancvaros Leikvøllinum endaði við javnleiki 0-0. Talan varð um ein heldur keðiligan dyst. Danmark varð frægara liðið í 1. hálvleiki, meðan Ungarn varð frægara liðið í 2. hálvleiki. Ímóti dystarendanum royndi Danmark seg við einum ávísum trýsti, men ov seint varð at broyta um úrslitið. Danmark skal spæla ímóti Portugal á útivølli mikukvøldið, og tapa danir tann dystin byrjar longu at síggja svart út hjá Danmark. Portugal vann ein tryggan 4-0 sigur á Malta. Dysturin millum Albania og Svøríki í Tirana endaði eisini við einari nulloysn. Tað einasta svenskarar kunnu minnast við gleði frá dystinum er, at tað untist Henrik ?Henke? Larsson at spæla sín landsdyst nr. 100 fyri Svøríki í kvøld. Svøríki spælir ímóti Ungarn mikukvøldið. Bæði danskir og svenskir fjølmiðlar lata illa at, og t.d. í Svøríki heldur ein meiriluti av lesarunum hjá stóra svenska blaðnum ?Expressen?, at Svøríki ikki fer at spæla seg í HM-endaspælið. Fyrrverandi evropameistarin frá 1992, John ?Faxe? Jensen roynir at verja danska landsliðsvenjaran, Morten Olsen við, at danska liðið hevur nógvar skaðar at dragast við.