Danskir spælarar royna seg á Skála

Málverji og álopsspælari vera við í trimum teimum næstu venjingardystunum

Enn er nýggi danski venjarin á Skála, Michael Bjørn Nielsen, ikki komin til Føroya. Hann er settur í starv frá fyrsta februar, og hann lendir í Vágum nú mánadagin. Í løtuni er tað hjálparvenjarin Erland Tvørfoss, sum stendur fyri venjingunum.

 

Undan nýggja venjaranum eru tveir danir á Skála. Ørindini hjá teimum eru at royna seg í vón um, at tað skal eydnast teimum at vinna sáttmála og harvið spæla við Skála í 2022.

 

Annar er málverji, og hin er álopsspælari.

 

Málverjin er 19 ára gamli Andreas Bækmark Madsen, sum hevur verið í Svendborg, ið spælir í triðibestu donsku deildini. Síðsta kappingarár var hann við í fýra dystum.

 

Álopsspælarin er 27 ára gamli Christian Høgh Sørensen, sum síðstu tíðina hevur verið í Skive, ið spælir í triðibestu deildini.

 

Ætlanin er, at teir skulu vera á Skála fram til annan sunnudag. Hesar næstu dagarnar skal Skála spæla tríggjar dystir – ímóti Víkingi, KÍ og 07 Vestur.

 

Í løtuni er Jákup Nolsøe Olsen, sum í vetur flutti úr ÍF og út á Skála, einsamallur málverji á Skála.

 

Um hálvaaðru viku fæst at síggja, um Skála fer at skriva sáttmála við báðar, annan ella hvørgan av donsku spælarunum, sum í løtuni eru til royndarvenjingar í felagnum.

 

Fyrsti landskappingardysturin hjá Skála í bestu deildini verður sunnudagin 6. mars, tá ið FM vinnararnir í KÍ vera gestir undir Mýruhjalla.