Danskt reiðarí ákært

Danska reiðaríið T & C A/S í Svendborg er nú ákært í sambandi við tilburðin, tá farmaskipið ?Thor Emilie? sakk av einari spreinging umborð í Miðjarðarhavinum tann 17. februar í fjør.

Hinvegin hevur ákæruvaldið gjørt av at sleppa ætlanini at reisa ákæru ímóti stjóranum í reiðarínum, einum farmamanni og skiparanum, sum var tann einasti, sum slapp frá vanlukkuni á lívi.
Fimm sjómenn av Filipsoyggjunum og danski maskinmeistarin sjólótust.
Ákæruvaldið hevur ístaðin valt at reisa ákæru ímóti reiðarínum fyri brot á reglurnar um trygd á sjónum. Ákæruvaldið sigur, at farmurin varð ikki kannaður nóg gjølla.
Stjórin í T & C A/S, Per Nykjær Jensen, er fegin um, at ákæruvaldið hevur slept ákærunum ímóti einstaklingunum, men hinvegin dugir hann ikki at skilja, at ákæruvaldið hevur gjørt av at stevna reiðarínum.
Per Nykjær Jensen heldur uppá, at sveitsiska felagið Glencore má ábygjast fyri vanlukkuna, tí felagið greiddi ikki skiparanum frá, at farmurin var tað sera vandamikla evnið ?zink skimming?. Sjálvur helt skiparin, at skipið hevði tað vandaleysa ?zink ore? í lastini.