Í august í ár fer fólkatingsmanningin hjá danska vinstraflokkurin at halda sín árliga floksfund í Føroyum.
Tað boðaði Sophie Løhde frá á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin, har hon var boðin við sum gestur og bar eina heilsan fram frá danska bróðurflokkinum.
Hon segði, at í vinstra gleddu tey seg til at styrkja samstarvið enn meiri við føroyska Sambandsflokkin.
Sophie Løhde, sum er langabbadóttir víðagitna politistin á Tvøroyri, Stóra Martin, sigur, at í Vinstra fegnast tey um, at Sambandsflokkurin hevði fingið løgmannin í Føroyum og at tey mettu samstarvið við Sambandsflokkin høgt.
- Vit eru tveir flokkar, sum halda, at ríkisfelagsskapurin skal varðveitast, sum eitt samstarv í byggir á samstarv ímillum tveir javntsettir partar.
Sambandsflokkurin hevur stóran leiklut í donskum politikki og hon takkaði flokkinum fyri stuðulin.
- Ríkisfelagsskapurin er eitt virðismikið samstarv, ikki bara í góðum tíðum, men eisini í vánaligum tíðum, tí tað er ein felagsskapur, sum elvir til tryggleika øðrumegin, men har tað hinvegin eisini er fríur vildi til at velja.
Hon heldur, at serliga í kreppurtíðum sum hesum, er ríkisfelagsskapurin serliga týdningarmikil, tí hann er merktir av ábyrgdarkenslu og samhaldsfesti.