Danskur málverji til AB

William Tønning hevur síðstu tvey árini spælt í svenskum fótbólti.

AB hevur skrivað undir sáttmála við ein nýggjan, danskan málverja. Talan er um 23 ára gamla William Tønning, sum er ættaður úr Slagelse, har hann eisini hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur.

 

– Tað hevur stóran týdning at hava tveir kappingarførar málmenn í einum Betrideildarhópi. Upprunaliga var ætlanin hjá AB í hesum kappingarárinum, at lokali Rói Zachariasen og amerikanski Antonio Borelli skuldu kappast um plássið í 2023, men so verður ikki í fyrstu syftu, skrivar AB á Facebook.

 

Rói Zachariasen hevur verið nógv darvaður av skaða í bæði ryggi og knøum, og hetta gjørdi sítt til, at hann ikki spældi fleiri enn 11 dystir í Betrideildini í farna kappingarári. Nú er sambært AB greitt, at Rói verður í øllum førum ikki klárur fyribils.

 

William Tønning hevur síðstu tvey árini spælt í svenskum fótbólti, ávikavist við Ytterhogdal og IFK Luleå, ið bæði spæla í triðbestu, svensku deildini.

 

Fyrsta avbjóðing hjá Williami í AB-blusuni bíðar í morgin, altso mikudagin, tá ið AB spælir ímóti ÍF í VFF-Cup. Dysturin byrjar klokkan 19 og verður spældur á Tórsvølli.