Danskur miðverji til B36

Í fyrsta lagi er talan um leigusáttmála

B36 og danin Thor Høholt eru komin ásamt um sáttmála, sum inniber at verjuspælarin verður partur av B36. Hesum boðar B36 frá í seinnapartin dag.

 

20 ára gamli Thor Høholt hevur fingið sína fótbóltsuppaling í FC Nordsjælland og Lyngby Boldklub, har hann eisini hevur verið partur av hópinum kring besta liðið.

 

Hann verður lýstur sum ein skjótur verjuspælari, sum bæði er sterkur í luftini og við bóltinum fyri føturnar.

 

Høvuðsvenjari okkara, Dan Brimsvík, hevur samskift við Thor og Lyngby í eina tíð, og sjálvur sigur verjuspælarin, at hann gleðir seg at koma til Føroya.

 

– Eg havi valt at royna meg hjá B36, tí eg haldi, at hetta er eitt gott ítróttarligt ”match” og eitt gott stig á leiðini í míni i ítróttarligu menning. Eg havi havt fleiri samrøður við Dan, og tað er við eini góðari kenslu, at eg nú seti kós móti Føroyum, sigur Thor Høholt í skrivi, sum B36 hevur lagt út.

 

Í fyrsta lagi er talan um leigusáttmála, sum er galdandi fram til 1. august.