Danskur poddur spyr: Frælslyndi í Føroyum?

Í nýggjasta parti av Genstart, sum kom út í morgun, verður ljós varpað á leiklutin hjá kristindómi í føroyskum politikki

Jenis av Rana verður viðgjørdur í dagsins Genstart-poddi

Føroyar eru í tvíngingum, tá tað kemur til LGBT+ rættindi. 

 

Soleiðis ljóðar tað í morgun frá danska poddinum Genstart hjá DR, sum hevur fleiri túsund lurtarar dagliga.

 

Í nýggjasta Genstart-partinum verður ljós varpað á LGBT-rættindi í Føroyum, og hví hetta fyllir so nógv í føroyskum politikki, og spurningurin um kristnu konservativu virðini í føroyskum politikki verður tikin upp. Í hesum sambandi verður Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, eitt nú viðgjørdur.

 

Gestur í dagsins poddi er Rólant Waag Dam, journalistur, sum fortelur vertinum Anna Ingrisch um støðuna í Føroyum. 

 

HOYR SENDINGINA HER.

 

Jenis av Rana verður viðgjørdur í dagsins Genstart-poddi