FM í dart hevur verið í Fulgafirði leygardagin. Remy Gardlykke er enn eina ferð FM vinnari í einmansleiki hjá monnum, meðan Lýdia á Smið vann FM hjá kvnnum.
Remy Gardlykke var eisini favorittur undan endaligu FM kappingini. Hann er fleirfaldur FM vinnari, men kom eitt nú í fjør ikki í finaluna. Í ár var hann aftur har hann plagar og vann á Jan McIntosh, sum annars hevur hvat eitt gott kappingarár.
Teir vóru undan kappingini styrkismettir sum nummar eitt og nummar tvey. Í finaluni gjørdi Remy Gardlykke bart og vann heili 5-1, eftir at tað stóð 1-1 eftir annað sett. Sagt verður úr Fuglafirði, at Remy Gardlykke var greitt betri í finaluni, sum eisini sæst aftur á úrslitinum. Í tvímansleiki vunnu Jan McIntosh og Uni Árting 5-2 á Remy Gardlykke og Peturi Thomsen.
Í einmansleiki hjá kvinnum, høvdu 8 tær bestu tryggjað sær atgongd til FM-endaspælið. Lýdia á Smið (Kaldbak) hevur alt kappingarárið skarað framúr og tey flestu roknaðu við, at hon fór at vinna FM.
Í finlauni møtti hon Elisabeth Nicolajsen úr Team Sandoy, sum vann á júst Lýdiu á Smið í bólkaspælinum. Í finaluni var tó lítil ivi, tí favoritturin úr Kaldbak vann 4-1.