Mánakvøldið datt ein fullur maður á sjógv í Vágsbotni.
Nøkur fólk komu av tilvild framvið, og tað eydnðist hesum fókum at draga tann fulla upp á turt.
Manninum bagdi einki, men fólkini boðaðu kortini politinum frá.
Á politistøðini fekk tann fulli eitt brúsibað, og síðan varð hann ballaður og fekk loyvi at sova á støðini, meðan hann kom fyri seg aftur.