Havnar kirkja søkir eftir Summarvørðum

 

Av tí at sera stórur áhugi er hjá ferðafólki og øðrum at vitja Havnar kirkju, Dómkirkjuna, um summarið, ynskja vit, at kirkjan skal vera opin og taka ímóti vitjandi hvønn dag um summarið.

 

 

 

Til hetta høvið sóknast vit tí eftir 2 summarvørðum í fulltíðarstarvi frá hálvum juni og augustmánað út, ella eftir nærri avtalu.

 

Starvið ber í sær fyrst og fremst at vera til staðar í kirkjuni, tá hon er opin. Summarvørðarnir taka ímóti vitjandi, eru gestablíð og vinarlig og fús at greiða frá um kirkjuna.

 

Í fyrstu syftu verður søkt eftir lesandi innan listasøgu, arkitektur, siðsøgu, guðfrøði, søgufrøði  ella líknandi, men umsøkjarar við øðrum fakligum bakstøði og við áhuga fyri ferðavinnu og kirkjusøgu eru eisini hjartaliga væl komin at søkja størvini.

 

Vit vænta av tær, at tú ert fyrikomandi og dugur væl at samskifta. Tú tosar eitt av norðurlendsku málunum og enskt, og tað kann vera ein fyrimunur, um tú eisini dugir týskt ella franskt. Vit vænta, at tú setir teg inn í søguna, listina og viðurskifti annars, sum viðvíkja Havnar Kirkju.

 

Lønin er samsvarandi 1. stig í bachelorstiganum hjá almennu avvarandi fakfeløgunum.

 

Umsóknir skulu sendast til dom(at)kirkja.fo í seinasta lagi  18.juni 2021 kl. 12.00.

 

Hevur hetta tín áhuga, men eitthvørt ivamál er, so ert tú væl komin at seta teg í samband við kirkjuráðslimirnar Kristiannu Mortansdóttir, tlf. 281636, Eyðnu Magnussen tlf. 214755 ella Elsu Johonnu Høgenni á 214562.