Serbiski miðvallarin spælir í dag sín landsdyst nummar 100, tá Serbia tekur móti Føroyum á FK Partizan leikvøllinum. Ein av føroysku leikarinum, ið skal dystast við Stankovic á miðvøllinum er Fróði Benjaminsen.
- Dejan Stankovic er fyri Serbia, tað sum Andrea Pirlo er fyri italska landsliðið. Hann leitar oftani aftur á vøllin og tekur móti bóltinum. Hann er týdningarmikil fyri uppspælið hjá teimum, sigur liðskiparin á føroyska landsliðnum, Fróði Benjaminsen.
Dejan Stankovic hevur fleiri ferðir spælt móti Føroyum í landsdysti. Hann hevur ikki altíð verið so glaður fyri dystirnar móti føroyska landsliðnum. Millum annað dámdi honum lítið, at føroysku leikararnir í dystinum á Tórsvølli í fjør høvdu hug at takla nakað hart.
- Tað kann gott verða, at hann ikki tímur so væl at spæla ímóti okkum, nú tá hann spælir yrkisfótbólt í Italia. Um so er, so mugu vit bara útnytta tann møguleikan, sigur Fróði Benjaminsen.
Dejan Stankovic hevur spælt 99 landsdystir og skotið 15 mál fyri Serbia.