Frá 1. apríl av skulu allir nýggir bilar í Danmark hava ECE góðkend dekk. Persónbiladekk skulu merkjast við R-108 og dekk til lastbilar og bussar við R-109. Síðan tey vulkaniseraðu dekkini av fyrstan tíð komu á marknaðin, hava tað verið deildar meiningar um slitstyrkina og kvalitetin sum heild, og tað av góðum grundum. Ógvuliga ymiskt hevur verið sum arbeiðið við sjálvari vulkaniseringini hevur verið gjørt, og í hvørjum standi dekki eru, tá slitbanin verður lagdur á.
Fleiri máttu gevast
Erik N.Rasmussen, stjóri á Tobøl Dæk, og formaður fyri "Fabrikantforeningen for Regummierede Dæk", sigur at nýggju lógarkrøvini hava havt við sær, at fleiri danskir dekkframleiðarar hava verið noyddir at gevast, tí tað er ov kostnaðarmikið at leggja um til tey strongu ES krøvini. Erik N. Rasmussen er javnan í Føroyum og vitjar sínar kundar saman við fólki frá Super Dekk við Hoyvíksvegin, ið umboða Tobøl dekkini her.