Delfin á vitjan

Teir seinastu dagarnar hava fólk við Oslofjørðin hugnað sær við at eygleiða eina delfin, sum liggur og spælir sær í vatnskorpuni, og sum av og á ger eitt lop uppúr. Norskir fiskifrøðingar siga, at delfinin er komin úr Norðsjónum, og at hon hevur elt brisling haðani og inn á Oslofjørðin. Hetta var ikki vanligt fyrr. Fiskifrøðingarnir siga tó, at tey seinastu árini er tað hent næstan á hvørjum ári, at delfinir elta brisling inn á Oslofjørðin.