Demokratur vinnur í Georgia og tryggjar meiriluta í Senatinum

Demokratarnir tryggja sær 51 sessir í Senatinum í USA eftir seinna valumfar í statinum Georgia.

 

Tað vísir ein forsøgn frá Edison Research.

 

Haf hevur sitandi demokratiski senastourin Raphael Warnock í nátt vunnið á republikaska avbjóðaranum, Herschel Walker.

 

Demokratarnir høvdu longu frammanundan seinna valumfari tryggjað sær valdið í Senatinum við 50 sessum. Pláss nummar 51 gevur tó flokkinum veruligan meiriluta.

 

Tað verður millum annað lættari fyri Demokratarnar at handfara demokratiska senatorin Joe Manchin. Hann hevur síni fyrstu ár sum senatorur blokkerað fyri fleiri av uppskotunum hjá Biden forseta í Senatinum.