Derhard Jógvansson prædikar í Havnar kirkju

Í dag, triðja sunnudag eftir páskir, prædikar Derhard Jógvansson, prestur, í Havnar kirkju klokkan 11

Kringvarpið sendir gudstænasturnar beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi

Gudstænastan í sjónvarpinum verður endursend klokkan 16.

Christianskirkjan hevur eisini andakt á teirra facebooksíðu.

Nakrar aðrar kirkjur stroyma eisini av og á gudstænastur á netinum. Millum aðrar Fríðrikskirkjan og Hósvíkar kirkja. Aðrir prestar hava andaktir, sum teir leggja út.

Tað eru eisini fleiri fríkirkjur, ið stroyma møti, ungdómsmøti ella sunnudagsskúla, millum aðrar Ebenezer, Betesda, Hebron, Lívdin, Siloa, Elim, Keldan, Oasan og fleiri onnur.

Nøkur missiónshús stroyma eisini á netinum. Millum onnur missiónshúsið Tabor á Toftum, KFUM&K í Klaksvík, Emmaus í Klaksvík, meinigheitshúsið í Sandavági, Libanon í Sørvági og trubodin.fo.

Á spirar.fo er sunnudagsskúli á netinum.

Sent verður eisini á Lindini og á Iktus.