Tað tykist nú greitt, at Roberto Di Matteo fær sáttmála við Chelsea sum venjari komandi árini.
Di Matteo hevur annars verið í ongamanna landi síðani kappingin endaði, ikki minst tí, at Roma Abramovich vildi hava Josef Guardiola til nýggjan venjara. Men hesin vildi hava frí frá fótbólti í eitt ár.
Sáttmálin millum Chelsea og Roberto Di Matteo verður helst kunngjørdur mikudagin, tá umboðsmaðurin hjá Di Matteo kemur aftur til London.
Roberto Di Matteo gjørdi annars góða reklamu fyri sær sjálvum, eftir at hann tók um endan í mars, eftir at Andre Villas-Boas fekk sekkin. Sum kunnugt vann Chelsea og Di Matteo bæði FA-cup og Champions League, og felagið tapti bert tríggjar dystir undir Di Matteo.
Onkur enskur miðil skrivar, at sáttmálin er galdandi í tvey ár, men kan sigast upp av báðum pørtum eftir 12 mánaðir.