VÍF hevur verið greitt oddalið í bestu mansdeildini í hondbólti í at kalla alt ár. Byrjanin uppá kappingini var ikki tann allarbesta, men tá teir vóru komnir í gongd, so var einki lið, sum megnaði at steðga teimum í grundspælinum, sum teir vunnu rættiliga trygt.
Gongdin í endaspælinum hevur tó ikki verið eins góð og í grundspælinum. Fleiri lið hava hótt við at tikið finaluplássið frá vestmenningum, og tá teir kiksaðu ímóti Neistanum um vikuskiftið, kundi tað blivið heilt spennandi. Hini úrslitini lagaðu seg tó soleiðis, at VÍF er klárt til FM-finaluna, sjálvt um teir taptu fyri Neistanum.
Nevndin í VÍF var tó ikki nøgd. Í morgun kom tíðindaskriv sendandi, har nevndin boðaði frá, at hon og venjarin vóru samd um at steðga samstarvinum, tí at samstarvið millum venjara og spælarar hevur ikki verið nóg gott síðstu dystirnar.
Eingin semja
Á middegi í gjár fekk venjarin hjá VÍF, Dia Midjord, at vita, at samstarvið millum hann og VÍF var steðgað. Dia sigur, at hann hevði einki fingið at vita um hetta áðrenn. Hann noktar tó fyri, at venjari og nevnd vóru samd í hesi avgerð.
- Nei, har var eingin semja millum venjara og nevnd. Nevndin hevur sjálv tikið avgerðina, og hetta má eg so bara góðtaka. Nevndin velur kanska hesa avgerðina fyri at fáa ein sjokkeffekt fram ímóti finaludystunum.
Í tíðindaskrivinum sigur VÍF eisini, at avgerðin er grundað á, at samstarvið millum venjara og leikarar hevur ikki verið eftir vild síðstu dystirnar. Spurdur hvat hann helt um samstarvið sigur Dia, at hann helt tað vera á eini leið.
- Eingin leikari hevur meldað nakra ónøgd út fyri mær, og tí kenni eg einki til, at samstarvið millum okkum ikki hevur verið eftir vild. Tá man hevur 14 góðar spælarar vil onkur tó altíð vera ónøgdur eftir onkran dyst.
Mánadagin eftir hvønn dyst plaga leikararnir í Vestmanna at hava spælarafund, har teir tosa um farna dystin, og eftir tapið fyri KÍF fyri tveimum vikum síðani varð venjaraspurningurin m.a. uppi og vendi.
- Eftir tapið fyri VÍF høvdu vit sjálvsagt ein spælarafund mánakvøldið. Eg var ikki sjálvur til staðar á fundinum, og tí tosaði Ingi við spælararnar. Sum eg havi skilt, so bleiv hesin fundurin heldur longri enn vanligt, og m.a. tosaðu spælararnir um venjararspurningin. Sum eg skilti eftir fundin, so høvdu spælararnir ongar at finningar ímóti venjarunum.
Dia leggur tó at enda dent á, at hann ikki er beiskur um avgerðina hjá nevndini, men hann heldur at grundgevingarnar kanska ikki eru tær røttu.
- Um nevndin heldur, at úrslitini hava verið ov svingandi í ár, so skilji eg væl, at VÍF vil royna okkurt nýtt.
Myndatxt:
VÍF boðaði frá í tíðindaskrivi í morgun, at felagið og venjarin, Dia Midjord, eru samd um at steðga við samstarvinum.