Dialogur heldur enn herferðir

EIN av umhvørvisfelagsskapunum ger nú aftur um seg og aftur hesaferð kemur tað okkum føroyingum við. Talan er ikki beinleiðis um grind men hesaferð snýr tað seg um olju.

 

EIN av umhvørvisfelagsskapunum ger nú aftur um seg og aftur hesaferð kemur tað okkum føroyingum við. Talan er ikki beinleiðis um grind men hesaferð snýr tað seg um olju.


GREENPEACE, sum ikki er kent fyri at ganga júst okkum føroyingum nær, tá tað snýr seg um grindahval, hevur tó gjørt seg inn á smátjóðir við sera óhepnum fylgjum. So vit vita ikki, hvat vit hava í væntu, nú hesin felagsskapurin hevur peikað út júst økið kring Føroyar sum sítt komandi stríðsøki.


VIT minnast annars, hvussu hesin felagsskapurin fyri góðum ári síðani megnaði at fáa eitt av heimsins størstu og ríkastu feløgum, Shell til at slaka og steðga eini ætlan at søkkja ein brúktan oljupall stutt frá føroyska markinum. Tá hildu vit tað vera rætt at stríðast ímóti hesi ætlan, tí hon umframt at vera dálkingarhóttan eisini kundi skaða føroysk áhugamál, um leiðirnar við mark okkara gjørdust ein framtíðar kirkjugarður fyri burturkast frá oljuvinnuni. At tað so seinni er komið ymiskt fram, sum vísir, at Greenpeace hevur brúkt skeivar upplýsingar í málinum, er spell, men lata vit tað málið liggja hesaferð.


NÚ snýr tað seg um eitt annað mál. Greenpeace vil forða allari oljuleiting og hava teir í hesum sambandi sett trý fólk uppá Rockall. Endamálið við hesum heldur løgna tiltaki er at vísa umheiminum, at felagssskapurin er ímóti víðari oljuleiting, tí hon bert førir til veðurlagsbroytingar, sum kunnu forkoma mannaættini. Her er helst talan um fyrsta stig í eini víðari herferð, sum heilt givið eisini fer at fevna um føroyska økið fyrr ella seinni.


LAT okkum gera tað púra greitt, at vit eiga at taka undir við tiltøkum, sum kunnu minka um dálkingina. Spurningurin er bara, um tað eru Greenpeace og aðrir líknandi felagsskapir, ið hava patent uppá rætta og einasta rætta svarið uppá, hvussu hetta skal gerast. Tað hava teir ikki. Men tað er gott, at tað er onkur, sum ger vart við dálking og umhvørvismál, og eftir okkara tykki er tað bæði rætt og náttúrligt, at stóru oljufeløgini, sum hava vunnið nógvar pengar uppá olju- og gassvinnu, seta pengar av til fyri tað fyrsta at minka mest møguligt um dálkandi árinið og harnæst í gransking í alternativum varandi orkukeldum. Tað er eisini tí vit á hesum stað fyri stuttum skutu upp, at Føroyar sum fyrsta landið setir í møguligar lisenstreytir, at ávís upphædd av samlaða vinninginum skal brúkast til at granska í varandi orkukeldur.


MEN harfrá og so til frá degi til dags at steðga útviklinginum kunnu vit á ongan hátt góðtaka. Tað førir bert við sær kaos og anarki. Og er tað hetta, sum Greenpeace vil, so fáa teir ongan sum helst samhuga frá okkum. Tað má her talan vera um ein skilagóðan dialog, har bæði vinna, myndugleikar og áhugafelagsskapir hvør sær og í felag royna at finna nýggjar loysnir.


GREENPEACE hvørki skal, kann ella eigur at sleppa at seta kílar í ein náttúrligan útvikling á Atlantsmótinum, har tað m.a. er ynski føroyinga, at tað verður leitað eftir olju og gassi.


TAÐ er ein sannroynd, at heimsins lond hungra eftir orku. Tað ber tí heldur ikki til frá degi til dags at stongja av møguleikarnar hjá teimum tilafturskomnu londunum at fáa lut í menningini, og tað gera vit, um felasskapir sum Greenpeace fáa loyvi at bestemma. Vit mugu heldur til at seta størri krøv til, hvussu vit stig fyri stig kunnu minka um verandi dálking frá ymsum fossilum orkukeldum, og vit mugu so burturav vinninginum frá troytanini av somu fossilu orkukeldum seta fleiri pengar av til granskingina í alternativa orku,og tað er nettup hetta vit hava skotið upp kundi verið okkara føroyska íkast til tann globala orkupolitikkin.


TALAN er um javnvág í hesum máli sum í so mongum øðrum. Vit hava brúk fyri at hoyra sjónarmiðini hjá øllum og síðani taka tað besta burtur úr. Men vit kunnu á ongan hátt lata okkum hótta og brúka av ávísum felagsskapum, sum hugsa meira um, hvussu teir sjálvir skulu yvirliva enn ta sak, sum teir nú stríðast fyri.


VIT hava altíð hildið tað verið rætt føroyinga at kunna drepa grind, soleingi sum hesin stovnur ikki er hóttur. Men vit hava um somu tíð hildið tað verið rætt at lurta eftir og geva teimum felagsskapum, sum hava víst okkum á skilaleyst dráp, gætur, tí hetta í síðsta enda tænir okkara egnu søk. Men at rætta Greenpeace lítlafingur í hesum døgum, har felagsskapurin hevur funnið sær eitt nýtt mál at yvirliva uppá, ætla vit okkum ikki, tó at vit í princippinum eru samdir um, at vit eiga at gera íløgur í bæði fyribyrging av dálking og gransking í alternativa orku. Vit vilja lurta men vit kunnu ikki lata okkum stýra av einum felagsskapi, sum við síni einvísu herferð kann skapa kaos.


LATIÐ okkum troyta olkuríkidømið við skynsemi. Latið okkum seta strong krøv til dálking. Latið okkum seta pengar av til gransking. Til tess at kunna tað - latið okkum so fara undir miðvísa oljuleiting og vóna, at vit finna hana og fáa hana upp til gagns fyri verandi og komandi ættarlið. Hetta má og skal ikki vera uppá treytirnar hjá ávísum fanatiskum felagsskapum. Latið okkum brúka dialogin framum einvísar herferðir í hesum máli.